Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.04.2023 12:44

‘-Stuttligt at vakna í morgun – Video: Málið hjá Klæminti

Mynd: Klæmint hevur júst skorað til 5-4 (Skíggjamynd)

Tað var ein fegin Klæmint A. Olsen, sum Eysturoyarportalurin tosaði við fyrr í dag. Dagin eftir at hann, við einum drønstútara, avgjørdi dystin í gjárskvøldið millum Breiðablik ímóti Fram.

Hann var júst liðugur at venja, tá vit fingu orðið á hann.

Eg havi vant við fullari ferð í dag. Vit sum ikki leiktu so nógv í gjár hava havt eina harða venjing. Eg slapp ikki undan, sigur hann við einum brosið.

Hatta var tað sum eg havi droymt um! Ikki tykkum at siga, so hevur tann fyrsta tíðin verið hørð í Íslandi. Eg havi roynt at vant hart og bíða eftir møguleikanum. Og hann fekk eg so í gjár.

Dómarin hevði lagt 5 minuttir afturat. Og tað stóð 95.25 minuttir á klokkuni, tá støðan var 4-4 og hornasparkið var sent innfyri. Millum vinir og fíggindar, var Klæmint, sum hann so oftani fyrr, hægstur og stútaði bóltin í málið. Eitt klassiskt “Klæmint-mál”.

Kenslan var heilt fantasktisk! Tað sæst eisini á myndunum, at eg var glaður. Har vóru nógvar kenslur uppií. Gleði, fagnaður, frustratiónir og eisini ein lætti, alt í einum. Tað var eisini stuttligt at vakna í morgun, sigur Klæmint flennandi í telefonini at enda.

Sí málið hjá Klæmint og øll hæddarpunktini frá dystinum í gjár: https://www.visir.is/k/a26e5f86-649e-459a-a715-c7c1368ca2c3-1682762380205