Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.05.2023 08:43

Barnaløta í Gøta kirkju

– Lær tú óvitan um vegin, hann skal halda, so man hann enn á gamalsaldri ikki víkja av honum. Orðt 22,6.

Til tess at læra børnini um hann, sum býður øllum blíður, at hjálpa teimum at halda seg á lívsins rættu og góðu gøtu og at hjálpa teimum kenna seg heima í gudstænastuni, er sunnudagsskúlin í Gøtu farin undir nýtt tiltak. Barnaløtur í kirkjuni.

Hetta eru løtur í gudstænastuni – tað kann vera undan ella eftir prædiku og lestur – har bíbliusøga verður fortald fyri børnunum. Av hesum sama er eingin sunnudagsskúli sama sunnudag.

Hetta varð á fyrsta sinni roynt 5. februar. Í morgin, sunnudagin 14. mai, verður roynt aðru ferð.