Gunnar Vatnhamar skifti tilveruna í Leirvík og fótbóltin í Sarpugerði út, við Reykjavík og steypavinnarnir úr Víkingur Reykjavík.
Og nú eftir at 7 umfør eru leikt í íslendsku landskappingini, so kann ikki sigast annað enn, at tað hevur gingið framúr á vøllinum hjá Gunnar hesa tíðina.
7 sigrar, fult stigatal, liggja fremst og við 15 skotnum málum og bert 1 málið farið í gjøgnum. Og so hevur hann eisini skotið sítt fyrsta mál, tá hann í yvirtíðini skoraði sigursmálið ímóti Fylkir í 4. umfarið.
Í Íslandi gera miðlarnir nógv burturúr landskappingini og hava teir eisini eitt sokallað “vikulið”, har teir kjósa bestu 11 leikararnir eftir hvørt leikumfar.
Og Gunnar hevur longu verið á tveimum av hesum “vikuliðum”, nú bert 7 umfør eru leikt.
Eftir umfarið sum var leikt nú í vikuskiftinum, var hann í dag, valdur saman við liðfelaganum Oliver Ekroth millum teir 11 útvaldu. Áðrenn, var Gunnar eisini valdur millum teir 11 bestu í 4 umfarið.
Sí vikuliði niðanfyri:

