Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.05.2023 12:14

Minur funnar á Lambavík

Mynd: Eysturoyarportalurin

Eysturoyarportalurin skilur, at kavarar hava funnið minur á Lambavík og seinastu dagarnar hevur Artisk Kommando ligið á Lambavík og tikið tær upp.

Sum skilst, so eru allar, ella verða tær, sprongdar uttanfyri Rituvík.

Eysturoyarportalurin hevur tosa við Arkist Kommando, sum sigur seg ikki hava nakra viðmerking, men siga tó, at eitt tíðindaskriv verður sent út seinni í dag.