Sjóvar kommuna
Nú tað ikki er útidagaveður, so er møguleiki at leita sær inn á kommunukrivstovuna at hyggja eftir málningum hjá Anfríð Djurhuus, og samstundis fáa ein drekkamunn og okkurt leskiligt afturvið
Anfríð verður sjálv til staðar, so tað er møguligt at fáa eitt prát við listakvinnuna.
So vælkomin á kommunuskrivstovuna, Skúlavegur 10 í dag mikudagin 24/5 kl 17-20, og hósdagin kl 17-20.
Framsýningin kemur at hanga uppi eina tíð.
Skrivstovan er opin hvønn yrkadag kl 8-14. Tá eru øll eisini vælkomin inn at hyggja.



