Myndir: Nes Prestagjald/Dagstovnurin Gjái
Hósdagin kl 10.00 skipaði dagstovnurin Gjái í Gøtugjógv fyri jólagudstænastu í Gøtu kirkju. Foreldur og avvarðandi vóru møtt upp at lýða á fittu børnini sum framførdu.
Jólaleikir vóru spældir, lusiagongd var gingin og nakrir sangir vóru sungnir.
Niðanfyri eru nakrar myndir frá gudstænastuni:





