Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.01.2024 14:05

Á Gøtuvík við fyrrverandi borgarstjóranum við róðrið

Mynd: Eysturoyarportalurin

Í góðveðrinum tíðliga í morgun var Eysturoyarportalurin, saman við Jóhan Christiansen, fyrrverandi borgarstjóra, á Gøtuvík við bátinum Breiðbløku hjá Ocean Rainforest.

Jóhan starvast í dag hjá Ocean Rainforest, sum arbeiður við aling og framleiðslu av tara.

Eysturoyarportalurin var við, tá ið hann saman við trimum starvsfelagum vóru og settu sáddar línur út á Gøtuvík.

Hetta er tíðin tá ið línurnar verða settar út. Í mai mánaða og fram til í november verður skorið, sigur Jóhan, sum er rakstrarstjóri hjá Ocean Rainforest.

Jóhan Christiansen er ikki heilt ókendur. Hann sat sum fyrsti borgarstjóri í nýggju samanløgdu Eysturkommunu, frá 2008 og fram til 2020. Áðrenn tað, sat hann í bygdarráðnum í Leirvík í fýra ár.

Hann gjørdi greitt áðrenn síðsta kommunuval, at hann fór ikki at stilla uppaftur eftir 16 ár í kommunalpolitikki. Harav 12 ár sum borgarstjóri.

Eg stórtrívist í hesum arbeiðinum sum eg havi í dag. Her sleppi eg at arbeiða meira kropsliga og verða úti í vøkru náttúruni – bæði í logn sum í dag, men eisini illveðursdagar, sum eisini er spennandi og avbjóðandi, sigur hann.

Hóast vit hendan dagin eru úti á Gøtuvík, so sigur Jóhan, at hann arbeiður mest sum allastaðni í fyritøkuni, har hann hevur fleiri arbeiðsuppgávur í felaganum.

Hann situr ofta á kontórinum í Kaldbak, meðan hann eisini ferðast nógv í arbeiðsørindum, við tað, at fyritøkan hevur kontór runt ymsastaðni í heiminum, so sum í Skotlandi, USA og aðrastaðis.

Spurdur um hann saknar politiska lívið og og tær politisku avgerðirnar, sum dag og dagliga skulu takast. So er hann sera avgjørdur á málinum.

Nei, eg sakni tað als ikki. Eftir so nógv ár í politikki, so var tíð at royna okkurt annað. Eg haldi at júst hetta arbeiðið er sera spennandi. Tað er spennandi at kunnu verða við til at byggja nakað upp og síggja hvat tað kann føra til.

Spurdur um hann er heilt liðugur við politikk, so er hann eitt sindur meira varin at svara.

-Ein skal ongantíð siga ongantíð, sigur hann at við einum skeivum brosi.

Ocean Rainforest er størsta taraalifyritøkan í Evropa. Felagið hevur áleið 220.000 metrar av sáddum taralínum á Gøtuvík og Funningsfirði.

Úrdráttir, sum koma burturúr taranum verða brúktir til ymiskar framleiðslur. Í høvuðsheitum verður tarin fyri tað mesta seldur uttanlands og brúktur til matvøru, djórafóður, kosmetikk og sum heilsukostur.

Í Ocean Rainforest arbeiða 25 fólk í 5 ymiskum londum. Á leið 15 av hesum starvast í Føroyum. Høvuðsvirksemið er í Kaldbak í Føroyum, og hevur fyritøkan dóttirfeløg í USA, Skotlandi og Íslandi umframt skrivstovur í Danmark og Niðurlondum.