Fótbóltssamband Føroya
Í morgin, mánadagin 6. november klokkan 10:00, verður tíðindafundur í FSF-húsinum við Tórsvølli. Á skránni eru úttøkur av U21-landsliðnum og A-landsliðnum við monnum.
Hósdagin 16. november spæla Grikkaland og Føroyar U21 EM-undankappingardyst í Grikkalandi, og sama dag spæla A-landsliðini hjá Noregi og Føroyum venjingardyst í Oslo.
Síðani fer manslandsliðið aftur á vøllin mánadagin 20. november, tá EM-undankappingardysturin á útivølli móti Albania er á skránni.