Eysturoyarportalurin/Samrøða
Hann hevur júst havt føðingardag og er nú vorðin 27 ára gamal og er sosatt í tí, sum verður kallað besta fótbóltsaldri.
Talan er um A-landsliðsleikarin Meinhard Egilson Olsen, sum er yrkisleikari í norska felaganum Mjøndalen IF, og sum gjørdi “comeback” á fótbóltsvøllinum fyri nøkrum døgum síðani, eftir ein sera langan og drúgvan skaðasteðg á heili 11 mánaðar.
Tað hendi, tá ið hann spældi tjúgu teir seinastu minuttirnar fyri Mjøndalen IF seinasta vikuskiftið á útivølli ímóti Sogndal. Ein dystur sum endaði 3-1 til Sogndal.
Og í gjárskvøldið slapp hann so aftur á vøllin innan fyri eina viku, tá ið lið hansara, leikti í norsku steypakappingini móti Ørn Horten. Tá var hann innskiftur í 65 minutti og vann Mjøndalen IF dystin 3-0.

Meinhard er uppvaksin í Runavík og leikti ungdómsárini við Løkin, áðrenn fótbólturin tók hann á eina ferð, bæði til Havnar og til útlandið. Hann hevur umboða, NSÍ og B36 her heima í Føroyum. Meðan hann uttanlanda, hevur verið sáttmálabundin við Vendsyssel FF (Danmark), Kristiansund BK (Norra), GAIS (Svøríki), Bryne FK (Norra) og nú seinast Mjøndalen IF (Norra).
Men tað er ikki bert fótbólturin, sum ungi runavíkingurin er kendur fyri í hesum døgum. Tað munnu óiva verða mong sum hava lagt til merkis eina lýsing um sokkar, sum fleiri ítróttarfólk og onnur hava verið í og tosa jaliga um á sosialu miðilinum seinastu tíðina. Sokkarnir hava navnið MEISOX. Og er tað Meinhard sjálvur, sum eigur hugskotið til hetta.
Hann sigur, at hann altíð hevur havt eitt ynski um at verið sjálvstøðugur vinnurekandi. Orsøkin til at hann valdi at stovna MEISOX, var ein samanrenning millum hansara yrki sum fótbóltsleikara og tann tørvin hann sá á tílíkum sokkum.
At tað bleiv meira seriøst og umfatandi enn rokna var við upprunaliga, var av tí nátúrligu orsøk, at hann gjørdist álvarsliga skaddur og hevði sera nógva tíð til yvurs.
Tað var tá, at hann av álvara byrjaði at fara undir eina marknaðarætlan, framleiðslu og menning av produktinum hjá sær.
Hann sigur, at hann er sera væl nøgdur við tað hann hevur uppnátt higartil við MEISOX. Men dylur ikki fyri, at ætlanin er um at víðka um vøruúrvalið, soleiðis, at tað innan fá ár, eisini er eitt úrval av ítróttarklæðum og útgerð.

Eisini opnar Meinhard upp fyri sínum persónligu viðurskiftinum, sum hann stríðist við. Hann viðgongur, at hann hevur sjúkuna Attention deficit/hyperactivity disorder, eisini stytt ADHD.
Flestu fólk við ADHD-sjúku hava bæði trupulleikar at hugsavna seg og at sita still, og hava altíð ein ófrið á sær. Og av tí sama hevur hann sera nógvar bóltar í luftini í senn, men sigur eisini, at tá trívist hann best og følir seg mest í “ró”.
Hann sigur seg verða bundnan av kensluni um at skapa og at føla at hann skapar virðir. Um tað er innan fótbólt, vinnu ella familjuna.

Í seinastini er hann so eisini farin undir eina aðra verkætlan, sum kallast Saunadypp. Tað eru hann og tveir aðrir mans, sum allir eru virknir innan ítrótt og sum hava áhuga fyri heilsu og kropsrøkt, sum standa aftanfyri hesa verkætlan. Ein verkætlan, har fólk kunnu leiga eina sauna. Og væntandi kemur hetta at opna innan fáar vikur í bátahylinum á Glyvrum.

Sostatt kann ikki annað sigast, enn at evnaríki fótbólsleikarin við teimum 26 A-landsliðsdystum í beininum, og við tí eyðkenda stríðsviljanum, er ein upptikin, bæði familju- og ítróttarmaður, sum hevur nógv at takast við í hesum døgum, bæði á og uttanfyri vøllin!
Komandi dystur hjá Mjøndalen IF og Meinhardi Olsen er á heimavøllinum Consto Arena mánadagin 15. apríl móti Start.