Myndir: Eysturoyar dansifelag
Barnadansistevnan 2023 hevur júst verið hildin í Løkshøll og nógv børn hava verið og dansa úr øllum Føroyum. 375 vóru tekna til tiltakið – bæði stór og smá.
Eitt sum var gjørt í millum kvæðini og dansin, var at fara útferð við børnunum. Ein útferð var gjørd til Lamba, har Magnus Rasmussen greiddi frá “Norsku Løvu”, skipið sum fórst á Lambavík. Meðan seinna útferðin var gjørd út til kanónina á Nesi, har Alfred Olsen greiddi frá.
Sí myndir frá Nesi.






