Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.04.2025 12:13

Aðalfundur hjá Bláa Krossi Føroya

Aðalfundur hjá Bláa Krossi verður í Missiónshúsinum á Glyvrum týskvøldið 29.04.2025 kl. 19.00.

Skrá fyri aðalfundin:

  1. Velja orðstýrara og skrivara
  2. Frágreiðing frá arbeiðinum
  3. Góðkenning av roknskapinum
  4. Kunna um fíggjarætlan
  5. Velja landsnevndarlimir
  6. Innkomin mál
  7. Velja grannskoðara
  8. Ymiskt

Eftir aðalfundin er møti, undir leiðslu av Petur Jákup Petersen, við luttøku av m.a. Høgna við Rætt við andakt/vitnisspuri.

Eisini fer Rutt Mikkelsen at greiða frá virkseminum í NýNý.

Sangframførslur av streingjakórinum á Glyvrum og Bárður á Lakjuni.

Sverri Steinhólm, formaður í landsnevndini, endar løtuna.

Kaffi verður eftir aðalfundin og møtið.