Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.05.2024 09:19

Ær var orsøkin til óhappið

Mynd: Eysturoyarportalurin

So hendi tað aftur, at seyður var orsøkin til eitt ferðsluóhapp.

Í morgun hendi eitt lítið ferðsluóhapp millum Skipanes og Skálabotn. Tað “løgna” var hesuferð, at tað var ein sjúkrabilur, sum var út fyri óhappinum.

Sum skilst, so var tað ein ær, sum var komin út á landsvegin, sum var orsøkin til óhappið.

Sum sæst á myndunum, so hevur sjúkrabilurin fingið nakað av skaða. Hetta var annars undir vanligari koyring.

Ærin doyði av løstunum.

Myndir: Eysturoyarportalurin