Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.10.2024 23:47

Aftur eftir hæli: adjö Håkan?

Savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

So hendi tað aftur. Føroyska A-landsliðið hjá monnum leikti enn ein dyst við lítlum ella ongum hugflogið, har teir ikki megnaðu at vinna. Hesuferð á heimavølli –  móti kanska einum av vánaligasta landsliðinum, sum hevur verið á Tórsvølli í nýggjari tíð.

1-1 móti Letlandi, har føroyska liðið ikki megnaði at skapa nevnivert av møguleikum gjøgnum allar 90 minuttirnar, ger nú, at Føroyar eru aftast og liggja nú til at flyta niður í D bólkin í Nations League, millum vánaligastu londini í Evropa, har San Marino, Andorra og onnur húsast.

Føroyar fingu eina gávu frá lettlendska málmanninum í 40 minutti, tá ið hann sparkaði skeivt út, har Brandur Hendrikson síðani hegnisliga legið innfyri til  ein stormandi Hanus Sørensen, sum setti bóltin trygt í netið til 1-0. Hetta var eisini eitt av fáu hæddarpunktunum hjá føroyingum, í einum sera tomum álopsparti.

Við einum greiðum yvirluta, tá ið tað kom til at hava bóltin, so kláraði liðið heldur ikki hesuferð at hála sigurin heim, hóast teir høvdu uml. 62% av bóltinum gjøgnum allan dystin. (Var nakað yvir 70% í fyrra hálvleiki)
Ógvuliga lítið var skapt frameftir vøllinum og ongantíð var veruligur vandi á ferð inni í brotsteiginum hjá Lettlandi. 

Einans 2 skot innanfyri rammuna megnaðu føroyingar á málið hjá Lettlandi, meðan útiliðið hevði 3 skot innanfyri málrammuna og vóru teir eisini vandamiklari, og skuldu nokk havt vunnið dystin móti endanum, men rakti ápleyparin ikki rættuliga bóltini og fór hann tískil beint framvið føroyska málinum.

Meðan kanska eitt sum undraði mong sum hugdu, bæði á Tórsvølli og í sjónvarpinum, var at síggja, at tann leikarin sum nokk hevði bóltin mest gjøgnum allan dystin, var Bárður á Reynatrøð í føroyska málinum. Eitt hav av aftirleggingum frá verjuleikarum og miðvallarum, hóast lítið ella nakað press var á teimum, vísti kanska eisini sigandi eitt manglandi hugflog og sjálvsálit.

Tað sá fantasileyst út (einki hugflog), bæði frá dystarbyrjan, men eisini eftir at Lettland hevði javna. Føroysku leikararnir sóu ikki út til reiðuliga at vita hvat teir skuldu gera og hva teirra uppgáva nú var og hvussu teir skuldu leypa á, og oftast var bara bólturin spældur runt og runt, uttan at nakað sum helst hendi.

Nakrar av útskiftingunum (ella mangul uppá tær) mundi undra mong, serliga at ein veteranur og málrevur, sum Klæmint A. Olsen ikki verður settur inn á vøllin, tá ið liðið manglaði at skjóta sigursmálið.

Millum lítið og einki sást til nakran villskap, nakað sum hevur eyðkent okkara A-landslið undir øðrum venjarum. Hesin mangul hevur verið gjøgnumgangandi í flestu dystunum undir leiðslu av Håkani Ericson seinastu árini. 

Við vánaligum úrslitum, fantasileysum (ongum hugflogið) fótbólti, dalandi áhugað frá áskoðarunum, og einum FIFA-listi sum ikki lýgur, so kann verðandi støðan neyvan halda áfram longur. Nakað sum viðmerkjararnir í KVF eftir dystin eisini vóru samdir um.

Nú má stundin so nærkast, har Fótbóltssamband Føroya tekur eina stóra og týðandi avgerð um hvar føroyskur fótbóltur skal førkast í framtíðini. 
Undir verðandi leiðslu, við Håkani Ericson og venjaratoymið hansara, so hevur føroyska A-landsliðið tíðanverri flutt seg bert ein veg seinastu uml. tvey árini – og tað er beint aftureftir. 

Um Fótbóltssamband Føroya ikki tekur avgerðina, so fara kritisku eyguni eisini at venda inneftir, inn á bonaðu gólvini hjá starvsnevndini. 

Tí er nokk ikki annað hjá Fótbóltssambandi Føroya at gera, enn stinga fingurin í jørðina, takka fyri tíðina og siga adjö Håkan Ericson!

Føroyar hava tveir dystir eftir í hesum Nations League kappingini, úti móti Armenia og Norðurmakedonia, ávíkavist tann 14. og 17. november.