Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.02.2025 13:00

Aftur í ár er eysturbúgvi innstillaður til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðs

Eysturkommuna

Í dag varð kunngjørt í øllum Norðanlondum, at Vónbjørt Vang, sum býr í Syðrugøtu, er innstillað til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðs 2025. Tað er fyri yrkingasavnið Svørt orkidé, sum kom út á forlagnum Eksil í 2023. Bókin er eitt yrkingasavn og ein myndabók við kollasjum hjá Vónbjørt sjálvari.

So seint sum í oktober í fjør fekk Vónbjørt Vang virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir. Hon er sera virkin á bókmentaliga pallinum bæði í Føroyum, í Norðanlondum og aðrastaðni við.

Í innstillingartekstinum verður sagt: “Vangs værk arbejder med flere lag af betydning og materialitet, hvor tekster, billeder og citater fra andre værker flettes sammen i en collageagtig form. Brugen af fragmenter og visuelle elementer understreger det splittede og søgende i moderens erfaringer – hendes forsøg på at finde et sprog for det usigelige.” Vónbjørt Vang | Nordisk Samarbejde

Vinnarin verður kunngjørdur og virðisløn handað á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í Stokkhólmi, 21.oktober.

Ritverkið hjá Vónbjørt Vang higartil er:

2023 Svørt orkidé (yrkingar)

2023 Úr loggbókunum (essay)

2017 Djúpini (yrkingar)

2011 Millumlendingar (yrkingar)

Forlagið Eksil við Kim Simonsen, sum eisini hevur sítt virksemi í Syðrugøtu, hevur givið øll verkini út. Her er vert at nevna, at Kim Simonsen sjálvur var innstillaður til somu Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðs í 2024 við yrkingssavninum ”Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum”. So ikki kann sigast annað, enn at bókmentirnar liva sítt fríska lív í Syðrugøtu í hesi tíð.

Vit í Eysturkommunu gleðast ómetaliga saman við Vónbjørt Vang, um at hennara triðja yrkingasavn rakk hesum tindum at verða innstillað til navnframu og hámettu bókmentavirðislønina. Vit gleða okkum at fylgja gongdini og hennara bókmentaliga virksemi og vilja heiðra Vónbjørt, nú Svørt orkidé er innstillað til Norðurlendsku virðislønina.