Í sambandi við eitt ferðsluóhapp í Vágatunlinum fyrr í kvøld, umleið 500 m frá streymoyarmunnanum, er nakað av olju komin á koyribreytina.
Tað sama er galdandi i Kollfjaradali, á strekkinum millum Rundkoyringina og Effo – støðina. Har verður eisini rudda eftir ferðsluóhapp.
Tí heitir løgreglan staðiliga á bilførarar, um at koyra varliga.