Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.10.2024 22:59

Áhugaverd ráðstevna í Løkshøll

Pallborðsorðaskifti (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Nógv fólk var møtt upp í Løkshøll í Runavík, tá ið Eysturoyar Vinnulívsfelag í dag skipaði fyri áhugaverdari ráðstevnu við evninum “Hvussu fáa føroyskar fyritøkur atgongd til viðkomandi marknaðir?” Ein ráðstevna um hvussu ein pinkutjóð sum Føroyar kann fáa betri atgongd til viðkomandi marknaðir.

Fyrilestrarhaldarin, belgiumaðurin, Jonathan Holslag, sum júst er vorðin borgarstjóri í belgiska býnum Tienen, og sum undirvísir í altjóða politikki á Fría Universitetinum í Brússell, var bjóðaður til Runavíkar at halda fyrilestur um hetta evnið.

Hann hevur m.a. skrivað fleiri viðurkendar bøkur, umframt at hann hevur ráðgivið stjórnum og stórum feløgum í hópa tali.

Ráðstevnan byrjaði við, at borgarstjórin í Runavíkar Kommunu, Tórbjørn Jacobsen, bjóðaði vælkomin, har hann síðani hugleiddi um føroyska útflutningsvinnu, bæði fyrr og nú.

Síðani hevði Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, eina framløgu um føroyskan útflutning, forðingar sum eru á leiðin og hvussu støðan hjá vinnulívinum er í dag.

Eftir tað helt, Jonathan Holslag, eeina frálíka framløgu um goepolitisk viðurskifti, um hvussu stórmaktirnar, USA, Kina og Russland hóreyggjaðu sær og roynda, í hvør sínum lag, at vinna sær rættin til at verða heimsins sørsta stórveldi, bæði tá ið tað kom til makt og politikk. Út frá einum vinnulívssjónarmiðið greiddi hann t.d. frá vandunum sum heimurin nú stendur fyri og hvat vit kunnu vænta komandi árini.

Síðani varð pallborðsorðaskifti á skránni har Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, John Rajani, løgmansstjóri og fyrrverandi sendimaður í Ísrael, Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum og Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost luttóku. Meðan Ben Arabo varð orðstýrari.

Allir luttakarirnir vóru samdir um at Føroyar hava brúk fyri nógv betri marknaðaatgongd og at neyðugt var at skifta kós tá ið tað kom til at samráðast við mótpartin. T.d. varð hildið at Føroyar, í alt størri mun, vóru noyddar at brúka sína geopolitisku støðu sum eitt jarnbrot til at fáa betri atgongd og sømdir.

Hóast allir vóru samdir um at fáa betri marknaðaratgongd, so vóru ikki allir luttakarnir á einum máli um júst hvat felagsskapur, um tað var ES ella EFTA, sum best passaði til júst Føroyar og føroyska vinnu. 

Fyrilestrarhaldarin, belgiumaðurin, Jonathan Holslag (Mynd: Eysturoyarportalurin)