Skiparin á Akraberg, Eyðun á Bergi, sigur fyri Eysturoyarportalinum, at teir eru júst farnir at sigla móti kontrolpunkti, við 1.100 tonsum í lastini.
Hann sigur, at meginparturin er toskur og so er nakað av hýsu, kongafiski o.ø. eisini uppií.
Hann roknar við, at verða heima í Føroyum komandi vikuskifti.