Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.02.2024 16:59

Almenn móttøka á Dátueftirlitinum í dag (myndir)

Mynd: Eysturoyarportalurin

Tað var almenn móttøka á Heiðavegi 25 í Saltangará í dag, tá ið Dátueftilitinum alment flutti inn í Eysturoynna.

Stjórin, Tóri Højgaard, bjóðaði vælkomin og greiddi eitt sindur frá um havt Dátueftirlitið er fyri ein stovnur og hvat tey arbeiða við í tí dagliga. Eftir tað, spældi Terje Vestergaard nakrar tónar, áðrenn Tórbjørn Jacobsen helt eina røðu, har hann hugleiddi um menningini innan tøknina, frá tá hann var ungur og fram til dagin í dag. Eisini frøddist hann um, at eitt alment arbeiðspláss nú var flutt inn í Eysturoynna.

Eysturoyarportalurin var á staðnum og tók nakrar myndir.