Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.02.2024 08:51

Almennur fundur um burðadygga ferðavinnu verður í Skálanum í Klaksvík, hóskvøldið 22. februar kl. 19.30

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Av misgávum var fundurin, sum var hildin í dag, mikudag 21. februar kl. 17:30, skeivt lýstur á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum og av tí sama eisini í Norðlýsinum.

Nøkur fólk vóru møtt kl. 17:30, og fundurin varð hildin. Kl. 19:30 komu fundarfólkini, sum høvdu sæð skeivt lýstu tíðina til stongdar dyr. Hetta harmast vit almikið um.

Fundurin verður tí endurtikin í annakvøld, hóskvøldið 22. februar kl. 19:30.

Hoyringarfreistin verður longd samsvarandi til fríggjadagin 23. februar kl. 15.