Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.02.2025 13:12

Almennur fundur um fríøki við Nónvarða á Strondum

Sjóvar kommuna

Mikudagin 5. mars verður almennur fundur í bygdarhúsinum á Strondum.

Fundurin er serliga ætlaður íbúgvum á Traðarvegnum, Lágargerði, Eyrgøtu, Hálsagøtu, Við Nónvarða og Við Hálsatjørn, men øll eru vælkomin til fundin.

Fundurin fer at umrøða fríøkini, sum kommunan hevur avsett við rundkoyringina við Nónvarða, sí reyðu økini á myndini niðanfyri.

Endamálið við fundinum er, at gongd kemur á arbeiðiđ viđ fríøkinum, og at ein arbeiðsbólkur kann setast á stovn at skipa hetta arbeiđiđ.

Ætlanin er at kommunan letur nakað av fígging til fríøkini, og íbúgvarnir fremja sjálvt arbeiðiđ.

Á fundinum verða uppskot um fríøkini løgd fram, umframt at umboð fyri kommununa verða til staðar og svara spurningum.

Øll eru hjartaliga vælkomin til fundin mikudagin 5. mars kl 19.30