Sjóvar Kommuna
Í sambandi við kommunuvalið, sum verður 12. november, verður skipað fyri almennum valfundi í bygdahúsinum á Strondum hóskvøldið 7. november, kl. 19.00.
Fundurin verður skipaður sum eitt pallborðskjak. Pallborðskjakið verður skipað í tveimum umførum, við stuttum steðgi millum pallborðskjakini. Jóna Ólavsdóttir verður orðstýrari til fundin.
Møguligt verður at seta valevnunum spurningar, samstundis sum áhoyrarnir eisini fáa møguleikan at luttaka í ymiskum meiningakanningum.
Í steðginum bjóða valevnini køku og kaffi.
Dyrnar til bygdahúsið lata upp kl. 18.30.
Valfundurin verður ikki stroymdur.
Við vón um góðan valfund.