Runavíkar Havn
Týsdagin hevði Runavíkar havn vitjan av umboði frá amerikansku sendistovuni í Keypmannahavn.
Endamálið við vitjanini var at knýta samband millum sendistovuna og Runavíkar havn.
Nógv amerikansk ferðafólk koma við ferðamannaskipum inn á Runavíkar havn – bæði inn á Kongshavn, Elduvík og Funning. Tí er umráðandi hjá amerikansku sendistovuni at vita, hvønn tey kunnu samskifta við, um ein støða skuldi tikið seg upp, har amerikanskir ríkisborgarar hava tørv á hjálp av onkrari orsøk.
Eisini fekk umboðið kunning um virksemi og umstøðurnar hjá Runavíkar havn.