Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.11.2023 16:19

Anfinn Olsen -Eg eri uppvaksin við at vit hava havt skip

Mynd: Eysturoyarportalurin

Tá trinið verður inn í stóra og stásiliga skrivstovubygningin við havnalagi í Fuglafirði, har tað er høgt til loftið og vítt til veggja, kennist beinanvegin ein heilt serlig kensla. Ein kensla av eini samanrenning millum vinnuna, familjuna og arkitektur.

Hetta er gamli bygningurin hjá Vónini í Fuglafirði, sum Sp/f Framherji keypti í 2016 og nýumvældi til høvuðssæti og flutti inn í í 2020.

Tað eru konan og Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, sum hava teknað og sniðgivið, sigur Anfinn Olsen, tá hann tekur ímóti Eysturoyarportalinum, nú vit hendan morgunin hava sett honum og familjuni stevnu.

Tað er annars dótturin, Rósa, sum við lítla barninum í fanginum, sum fyrst tekur ímóti í forhøllini. Blíðskapurin er ikki til at taka feil av og kennir ein seg vælkomnan alt fyri eitt.

Eftir at hava verið eina rundferð í bygninginum, sessast vit, undirritaði, Anfinn og dótturin Rósa, í fundarhølinum, har útsýnið er gott yvir mestsum allan Fuglafjørð og alt tað virksemið sum er á havnalagnum.

Tað var annars í summar, at Sp/f Framherji, og hjúnini Anfinn Olsen og Elisabeth D. Eldevig boðaðu frá, at tey vildu traðka eitt sindur aftur, og harvið koyra staffettina víðari til næsta ættarlið.

Komandi ár verða tað 30 ár síðani at Sp/f Framherji sá dagsins ljós. 

Í juni mánað í ár, keypti Sp/f Framherji íslendska partaeigaran út, og samstundis keypti íslendingar tann føroyska partin í íslendska felagnum, Samherji hf.

– Tað sum vit gjørdu, nú Samherji, sum var okkara samstarvsfelagið í Íslandi, fór ígjøgnum eitt ættarliðsskiftið, har børnini hjá teimum yvirtóku partabrøvini í Samherja. So valdu vit at gera tað sama, við at lata okkara børn yvirtaka tann stóra partin av partabrøvinum í okkara felag.

– Og í tí sambandi blivu vit so samd um, at nú hevði samstarvið verið í nógv ár og tað hevur verið eitt gott samstarv, at teir fingu okkara partabrøv sum vit áttu í Samherja, meðan vit fingu teirra partabrøv sum teir áttu í Framherja.

Avtalan umfataði eisini avhending av íslendska ognarpartinum í P/f Faroe Origin. Tað merkti, at Sp/f Framherji eisini keypti partabrøvini, sum Samherji hf átti í Faroe Origin.

Í dag eiga børnini 80% av felaganum, meðan Anfinn og Elisabeth eiga 20%.

Toftamaðurin í Fuglafirði

Anfinn er sonur Jógvan Ingvard Olsen av Toftum, sum var bæði bóndi, fiskimaður, skipari, reiðari og politikari.

Pápin var tingmaður fyri Sambandsflokkin frá 1970 til 1998. Harav var hann eisini eitt skifti tingformaður. Og so var hann eisini landsstýrismaður í fiskivinnu- og orkumálum frá juni 1989 fram til januar í 1990.

Meðan konan, Elisabeth, vaks upp í Fuglafirði, har nógv vinnulívsvirksemi var á sjógvi og landi. Og har tey nú eisini búgva. 

Bæði hava tey havt sera stóran áhuga fyri fiskivinnu og skipum heilt frá barnsbeini av.

Eg eri annars kvartur úr Gøtu, kvartur úr Hvalvík, kvartur av Toftum og kvartur av Nesi. Mamma kemur av Nesi og pápi kemur av Toftum.

Núverandi frystilínuskipið Stapin kom í skipaflotan hjá Framherja í 2016

Á Toftum, í barnaheiminum hjá Anfinni, stovnaðu pápi Anfinn, Jógvan Ingvard Olsen – saman við øðrum toftamonnum – P/F Regn í 1968. Og longu í 1969 fór nýbygdað línuskipið hjá felagnum, Stapin, í vinnu.

Eg eri uppvaksin við at vit hava havt skipEg var 13 ára gamal, tá ið pápi og Jákup Petur bygdu sítt fysta skip í 1969, og síðani tá, hevur skip verið í okkara húsið. 

Eg kann leggja afturat, at eg fekk hálvan part, tá ið eg fyrstu ferð fór til sjós, sigur Anfinn brosandi.

-Barentshavið hevur allatíðina verið ein stórur partur hjá okkum. Tað hevur verið úrslitið hjá Akraberg, sum hevur ligið sum ein sterkur bjálki í Sp/f  Framherja. 

Anfinn Olsen, reiðari

Anfinn var rættuliga ungur, tá ið hann byrjaði at hava roknskap. Og var hann altíð tætt knýttur at fiskiskapinum. Ætlanin var eisini at hann skuldi verða á sjónum. Men mongum brestur ætlan. Hann kundi ikki fáa sýnsprøvan, og valdi hann tí eina aðra lívsleið.

-Eg fór so at lesa víðari. Eg og Elisabeth lósu bæði fiskivinnufrøði á lærda háskúlanum í Tromsø í Noregi í 1980’unum. 

-Vit giftust í 1989. Og eg fór so at arbeiða í banka í 1990. 

-Pápi og Jákup Petur vóru noyddir at selja fiskiskipið Snoddið í 1991, tí tað gekk ikki nóg væl, men høvdu tó Stapan eftir. Eg hevði tá rokniskapin um hendi.

Pápi fór í Landsstýrið í 1989, og tá tók eg yvir sum stjóri í tí felaganum.

Byrjani hjá Framherja

Søgan hjá Sp/f Framherja byrjar í 1994, tá ið Beinir, áður Skálafjall, skuldi seljast á tvingsilssølu 10. november 1994. Eitt skip sum hevði rættindir í Irmingarhavinum og í Barentshavinum.

-Og dagin eftir, tann 11. november í 1994 er so byrjanin hjá Sp/f Framherja, sigur Anfinn.

-Vit hava so koyrt fyritøkuna sum einslags familjufyritøka síðani 1994. Tað hava verið konan og eg øll tey fyrstu árini, saman við íslendinginum, har vit hava havt meirilutan og vit hava stýrt tí, sigur Anfinn.

Frystilínuskipið Jógvan I gjørdist ein partur av flotanum hjá Framherja í 2019

-Konan hevur verið í nevndini og eg havi verið stjóri. Seinni er konan so blivin nevndarformaður í Sp/f Framherja. Vit hava so sitið á felaganum. 

Framherji byrjaði við hesum verksmiðjubátinum, sum var í Irmingarhavinum og Barentshavinum og fekk báturin navnið Akraberg. 

Og so í 1997 keypti Sp/f Framherji felagið, ið kallaðist Sp/f EM-Shipping. Við í keypinum fylgdu loyvi at fiska svartkjaft, sild, makrel og lodnu. Stálið bleiv selt fyri nærum ongan penga, men átti Sp/f Framherji lut í uppsjóvartilfeinginum, sum seinni skuldi vísa seg at fáa størri týdning enn væntað.

-Og í 1998 keyptu vit so uppsjóvarskipið Jón Sigurðsson úr Íslandi, sum eisini var byrjanin til tann pelagiska partin hjá Sp/f Framherja.

 2003 keyptu vit so P/f Regn, sum pápi átti og tá kom so Sp/f Framherji inn í línuvinnuna.

Politiska støðan

Tá prátið snarar seg inn á tað politiska, serliga politisku støðuna í dag, so er Anfinn eitt sindur meira ivingarsamur.

-Barentshavið hevur allatíðina verið ein stórur partur hjá okkum. Tað hevur verið úrslitið hjá Akraberg, sum hevur ligið sum ein sterkur bjálki í Sp/f Framherja. 

-Hann hevur givið tað javna úrslitið øll árini. Bæði, tá ið uppsjóvarskipini hava givið nógv ella tá ið tey hava givið lítið, so hevur hann stadigvekk givið sítt.

-So tað er ein stórur missur, um tað skuldi hent, at vit missa Barentshavið og sambandið við Russland. 

Annars heldur hann, at tann politiska støðan allatíðina skapar ein óstabilitet um nøkur týðandi evnir. Eitt av hesum, er hvussu leingi ein hevur eini fiskirættindi. 

-Vit hava brúk fyri eini breiðari politiskari semju, sum kann vara. Ístaðin fyri tað, sum er hent áður, har vinnan ongantíð veit hvat fer at henda. Og heldur ikki veit hvat hon hevur at arbeiða við! 

-Tað hevði verið deiligt, um vit fingu stabilitet. Soleiðis, at tað var líka mikið, um vit høvdu eina vinsta- ella høgrasamgongu. Soleiðis, at vit sluppu undan at kjakast um tingini allatíðina.

-Eg eri við uppá at gjalda tilfeingisrentu. Men vit hava ein stóran hóp av fólki, sum sita ovaliga í vegleiðarabólkinum suðuri í Havn, sum vegleiðir um, hvussu man skal gera fyri vinnulívið og hvussu tað gongur í Føroyum.

-Tey siga, at vit skulu gjalda tilfeingisrentu. Tað eri eg við uppá. Men man hevur ikki definera (skilgreina) hvat tilfeingisrenta er. Man er ikki samdur um, hvussu man skilgreinar tilfeingisrentuna. 

-Allíkavæl tekur man inn tilfeingisgjald, sum eigur at byggja uppá hvussu stór tilfeingisrentan var. Tað er í grundini púra skeivt. Tú rindar skatt eftur hvussu nógv tú forvinnur. 

-Hetta er tí, at fólkini sum hava gjørt hesa skipanina, neyvan hava verið í vinnuni sjálvi. Og vita tey tí ikki hvat tey tosa um. Teir lurta heldur ikki eftir vinnuni. Tey eru als ikki áhuga í, at hoyra hvat vinnan hevur at siga. Tey vita best, óansæð hvat vinnan sigur.

-So leingi man ikki hevur definera (skilgreina) hvat tilfeingisrentan er, kann tað ikki verða rætt at taka tilfeingisgjald, sigur Anfinn avgjørdur.

Hann heldur eisini, at tað er umráðandi í framtíðini, at skip og manning, vita hvørjum leisti arbeitt verður eftir. At tað ikki er tengt at, hvat tørvurin hjá landskassanum er, men heldur tengt at úrslitinum hjá vinnuni.

-Tað var sum í einum krimifilmi, har fólk sat og goymdi seg í bilum uttanfyri og tóku myndir av okkum inni á skrivstovuni,

Anfinn Olsen, reiðari

Eitt gott arbeiðspláss

-Vit hava havt eina spennandi fyritøku, sum er vaksin stútt og støðugt. Og vit hava havt øgvuliga nógv og trúðføst fólk, sum saman við okkum, hava verið við til at bygt fyritøkuna upp.

Uppsjóvarskipið Fagraberg kom í skipaflotan hjá Framherja í 2006

Fleiri hava verið í fyritøkuni heilt afturi frá mitt í 90´inum.

Hann sigur, at tey ikki hava trupulleikar at manna skipini. Heldur ikki línubátarnar. 

-Um mannskapið skal trívast, so er neyðugt hjá teimum, at teir kunnu vera rímuliga nógv heima, samstundis sum at teir kunnu fáa eina rímuliga hýru. Tað er umráðandi at hava eina javnvág millum hesi tingini.

-Tað er heldur línan, sum klekir nýggjar fiskimenn og sjómenn, enn tað eru trolarnir og uppsjóvarskipini. Har lærir tú nokk nógv mest, leggur Anfinn afturat. 

Úthongd av KVF

Tað hevur tó ikki altíð verið nemt ella stuttligt hjá familjuni og fyritøkuni Framherja.

Fyri nøkrum árum síðani føldu tey seg bæði forfylgd og útsett av ávísum journalistum. Tað var, tá ið tann sokallaða dokumentarin hjá KVF um “Teir ómettiligu” var í hæddini.

-Tað var sum í einum krimifilmi, har fólk sótu í bili og goymdi seg meðan tey tóku myndir av okkum inni á skrivstovuni, samstundis sum dronur eisini flugu beint uttanfyri vindeyguni. Tað var sera óhugnaligt at verða vitni til.

-Tað var ógvuliga tyngjandi fyri meg, mína familju og øll í Framherja at verða hongd út á henda hátt í KVF, og at verða skuldsettur fyri at vera partur í ólógligum og óregluligum viðurskiftum, sum vit ongan lut áttu í, sigur Anfinn, nú konan Elisabeth og sonurin Jógvan Ingvard, eisini havt sett seg við stóra fundarborðið. Tey nikka játtandi til tað, sum Anfinn sigur um hesa tíðina.

-Hinvegin, so høvdu vit, og hava tað enn, sera nógv og gott fólk, sum stuðlaðu okkum. Og vit hava eisini havt mannskapið og familjur teirra, sum 100% hava bakka okkum upp alla hesa tíðina.

Fyritøkan í dag

Sp/f Framherji við dótturfeløgum eigur og rekur í dag uppsjóvarskipini ”Fagraberg” og ”Høgaberg” (í løtuni ”Gamli Jupiter”), frystitrolaran ”Akraberg”, og frystilínuskipini ”Jógvan I” og ”Stapan”.

Skipini hjá Faroe Origin, sum Sp/f Framherji eigur ein part í, eru partrolararnir ”Stelkur”, ”Bakur”, ”Heykur” og ”Falkur”.

Uppsjóvarskipið Høgaberg gjørdist ein partur av flotanum hjá Framherja í 2017. Nýggur Høgaberg kemur í 2024

Fyrsti nýbygningur hjá felagnum kom í 2022, tá ið nýggi Akraberg kom í flotan.

Og á sumri í 2022 skrivaði Sp/f Framherji so undir sáttmála við Karstensens Skibsvært um bygging av enn nýggjum uppsjóvarskipi. Tað verður so tann næsti nýbygningurin hjá felagnum, og sum kemur at eita Høgaberg.

Hann verður klárur at lata reiðarínum á sumri 2024.

-Vit hava keypt okkum rættindir og so samla tey á færri skipum. Í dag hava vit 5 skip. Faktiskt hava vit bert 4 skip, tí vit hava selt Høgaberg, men hava leiga inn Gamla Jupiter, inntil vit mitt í komandi árið fáa ein spildurnýggjan Høgaberg.

-Í dag eru vit 145 starvsfólk í felagnum, har 7 eru á landi, meðan restin er manning umborð á skipinum, sigur Anfinn at enda.

Útvarpstíðindini verða hvørja løtu og telefonin hjá reiðarinum byrjar at ringja, nú undirritaði takkar fyri seg.

Verksmiðjutrolarin Akraberg kom í skipaflotan hjá Framherja í juni 2022. Hettar er fyrsta skipið reiðaríið hevur latið byggjað.

Spjaldur