Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.06.2023 15:28

Arbeiða uppá kaiina

Arbeiðið uppá kaiina í Syðrugøtu heldur áfram. Áður hava vit skriva um, at arbeitt var við at gera bátadráttin av nýggjum.

Í dag vóru arbeiðsmenn frá Form so í ferð við at brekka nakað av gamla betonginum á kaiendanum vekk. Ætlanin er at stoypa og styrkja hendan partn av kaiina, sum næstan dag og dagliga er útsettur fyri stóra og harða briminum.

Sum skilst, so er ætlanin at fáa hendan partin av arbeiðinum lidnan áðrenn G! festivalin, sum byrjar hósdagin 13. juli.