Á seinastu býráðsfundi hjá Eysturkommunu var samtykt, at seta ein arbeiðsbólk at kanna framhaldsdeild í Eysturkommunu.
Borgarstjórin Per Martin Gregersen váttar fyri Eysturoyarportalinum, at ein arbeiðsbólkur er settur, og at hagtals- og greiningarfyritøkan Lóður kemur at standa fyri greiningararbeiðinum.
Ætlanin er at hava úrslitið klárt í februar komandi ár, tá ið tað so verður lagt fram fyri býráðið.
Eisini er ætlan at hava borgarafund um málið.
Setningurin hjá arbeiðsbólkurin er at kanna hvørjir fyrimunir og vansar eru við at skipa egna framhaldsdeild, hvussu hetta kann skipast og hvørjir fysiskir karmar skulu til.
Hetta kemur alt í kjalarvørrinum av, at Eysturkommuna fyrr í ár kom við ynski um, at slíta gamla samstarvið við Fuglafjarðar kommunu viðvíkjandi framhaldsdeildini sum kommunurnar hava havt, og ístaðin skipa sína egnu framhaldsdeild.
Tað var tann 6. september at Eysturoyarportalurin, sum tann fyrsti miðilin visti at siga, at samstarvið millum grannakommunurnar var byrja at skinkla.
Í fundarfrásøgnini hjá kommununi til seinasta býráðsfund sæst annars, at tað er ein greiður meiriluti, sum ynskir at kanna hetta nærri. Einans Hanna Jensen, sum nú situr í býráðnum og sum eisini er fyrrverandi landsstýriskvinna í skúlamálum, er ímóti ætlanini.