Almanna- og mentamálaráðið
Landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, hitti í síðstu viku nevndina í Filmshúsinum, t.e. Marjun Niclasen, stjóri, Jan Bech Jørgensen, formaður og Jón Hammer, nevndarlimur.
Marjun Niclasen greiddi frá virkseminum í Filmshúsinum, sum eitt nú fevnir um at ráðgeva og leiðbeina føroyskum filmsfólkum, og at marknaðarføra føroyskan film uttanlands og at marknaðarføra Føroyar sum filmsland. Eisini greiddi tey frá, hvussu føroyskur filmur hevur ment seg gjøgnum árini. Føroysk filmsframleiðsla hevur ment seg sera nógv, og úrslitið av føroyskari filmsframleiðslu hevur eisini verið at sæð á Netflix. Føroyskir leikstjórar hava fingið innlendis og altjóða viðurkenningar.
Tey í Filmshúsinum vilja vera við, at politiska skipanin hevur verið ein viðleikleikari við tað, at hon framhaldandi hevur játtað og økt stuðulin til film umvegis afturberingarskipanina, filmsjáttanina og stuðulin til starvslønir. Jón Hammer greiddi frá, hvussu kostnaðarkrevjandi ein filmsframleiðsla í veruleikanum er, og hvussu tongd at stuðlinum man er sum føroyskur filmsframleiðari.
Á Filmshúsinum fegnast tey um, at man frá politiskari síðu hevur lagt filmsstuðulin til Mentanargrunnin, og at játtanin nú verður umsitin samsvarandi armslongdarmeginregluni. Eisini fegnast tey um, at tað nú ber til at søkja stuðul fýra ferðir um árið heldur enn tvær ferðir, soleiðis sum filmsumhvørvið leingi hevur eftirlýst.