Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.01.2024 16:36

Arnbjørn og Niels Pauli skulu hjálpa EB/Streymi

Mynd: EB/Streymur

Tvey kend nøvn í sundalagnum skulu hjálpa EB/Streymi og Sigfríði Clementsen hetta komandi kappingarárið.

EB/Streymur skrivar soleiðis:

EB/Streymur hevur skrivað undir við tvey sera kend nøvn í felagnum, Arnbjørn Hansen og Niels Paula Danielsen, um at hjálpa Sigfríði Clementsen á síðulinjuni hetta kappingarárið.

Arnbjørn Hansen, sum júst hevur tikið UEFA-B prógv, fer nú undir sítt sætta kappingarár sum hjálparvenjari hjá EB/Streymi. Umframt hesi árini sum hjálparvenjari hevur Arnbjørn verið við til at vunnið tvey føroyameistaraheiti og fýra steypagull fyri felagið.

Niels Pauli Danielsen skal vera leikandi hjálparvenjari hjá EB/Streymi. 35 ára gamli Niels Pauli hevur leikt í felagnum í átta kappingarár, og fer hann nú í gongd við sítt nígginda kappingarár í felagnum. Hann var millum annað ein týðandi partur av liðnum, sum vann føroyameistaraheitið í 2012. Eisini fer Niels Pauli í gongd við UEFA-B útbúgvingina í vár.

Arnbjørn og Niels Pauli hava samanlagt leikt 595 dystir fyri EB/Streym, so sigast má, at tveir sera royndir menn hava longt við EB/Streym.