Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.02.2024 10:14

Ársins fyrstuhjálparar 2023 eru starvsfólkini á dagstovninum á Flatinum og Hjarnar Friðrik eigur ársins barnaheiður!

Sunda kommuna

Ársins fyrstuhjálparar 2023 eru starvsfólkini á dagstovninum á Flatinum á Oyrarbakka, fyri at geva Fríða lívbjargandi fyrstuhjálp. Tey samstarvaðu væl og arbeiddu skjótt, tá ið Fríði datt í ánna úti í garðinum.

Stutt fyri hendingina høvdu starvsfólkini á dagstovninum havt ráðleggingardag, har tey lærdu fyrstuhjálp. Tríggjar vikur seinni, tá vanlukkan hendi, vistu starvsfólkini júst hvussu tey skuldu bera seg at.

Fýra ymsir barnaheiðrar vórðu eisini handaðir, her ímillum Hjarnar Friðrik! Grundgevingin var hendan “bert fýra ára gamal, skilti Hjarnar Friðrik álvarsligu støðuna, tá vinmaðurin, Fríði, datt í ánna í barnagarðinum. Hjarnar Friðrik boðaði teimum vaksnu frá, so Fríði fekk røttu hjálpina beinanvegin” 

Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri trygging, segði millum annað soleiðis í røðu síni:
“Hvør er munurin á at duga fyrstuhjálp – og ikki at duga fyrstuhjálp?
Flestu dagar er nokk eingin munur. Flestu dagar er einki, sum vísir, at summi duga fyrstuhjálp – og onnur ikki.
Men so.. Tann dagin – ta løtuna – tá ið okkurt álvarsamt hendir, sum kann fáa álvarsligar fylgjur, tá er munurin eyðsýndur. Tá ivast eingin longur. Tí tá ið óhappið hendir, kann munurin vera varandi mein ella einki mein. Munurin kann eisini vera lív ella deyði, gleði ella sorg – og áhaldandi samvera heldur enn saknur. Tit, sum sita her í dag, eru øll onkursvegna svarið uppá hendan spurningin um, hvør munurin er á at duga fyrstuhjálp og ikki at duga fyrstuhjálp”

Sunda kommuna ynskir Dagstovninum á Flatinum og Hjarnari Friðrik hjartaliga til lukku við stóra heiðrinum! Vit eru ómetaliga errin av tykkum.