Bergur Poulsen og EB/Streymur hava gjørt sáttmála fyri 2024. Hetta boðar felagið frá í kvøld.
Bergur Poulsen hevur havt eitt frálíkt kappingarár á høgrabakki fyri felagið í sundalagnum.
Sambært Faroesoccer hevur hann skotið 4 mál og havt 6 upplegg í 27 Betri deildar dystum. Eisini hevur hann verið í U21 landsliðshópinum hjá Eyðuni Klakstein.
Á ársveitsluni hjá felagnum fyri nøkrum vikum síðani var hann eisini valdur til ársins stjørnuskot fyri kappingarárið 2023.