NSÍ
40-ára gamli klaksvíksingur, Asbjørn Tungá, kemur í kappingarárinum 2024 at vera hjálparvenjari hjá besta mansliðnum.
Asbjørn hevur drúgvar royndir innan yrkið. Sambart faroesoccer, er fyrsti dystur hjá Asbjørn, sum venjari, skrásettur í 2016 og hevur verið virkin innan venjararyrkið síðani.
Í kappingarárinum 2021 og 2022 vóru Asbjørn og Jens Wedeborg, høvuðsvenjari okkara, venjarapar hjá næstbesta liðnum hjá KÍ.
NSÍ ynskir Asbjørn vælkomnan til Runavíkar og NSÍ.