Runavíkar kommuna boðar frá, at vegna asfaltering verður frámælt allari ferðslu á vegastrekkinum millum Skákið og Gjógvará á Skála mikudagin 9. apríl frá klokkan 9.00.
Eftir ætlan verður arbeiðið liðugt fríggjadagin 11. apríl.
Neyðsynjarakfør sleppa tó ígjøgnum.
Fólk verða biðin um at vísa varsemi og tolni.