Hondbóltssamband Føroya
Fríggjadagin 14. februar kl. 10.00 koma atgongumerkini til EM-undankappingardystin hjá monnum Føroyar – Niðurlond til sølu. Sølan verður á atgongumerki.fo.
Hetta er fyrsti landsdystir í nýggju stórhøllini við Tjarnir og verður møguleiki at keypa tvey sløg av atgongumerkjum. Sitipláss eru atgongumerki, har setrini eru talmerkt, meðan standipláss eru atgongumerki, har ein kann standa í økinum kring gyrðingina handan áskoðararplássini. Børn undir skúlaaldur slappe ókeypis inn, men mugu tá sita hjá einum vaksnum. Um tey ynskja egið setur krevur hetta atgongumerki. Møguleiki verður at keypa í mesta lagi 6 atgongumerki í hvørjum keypi.
Eitt sitipláss kostar 200 kr, meðan eitt standipláss kostar 150 kr. Eitt avgreiðslugjald kemur afturat í sambandi við keypið.