Hondbóltssamband Føroya
Mánadagin 10. mars kl. 10.00 koma atgongumerkini til HM play-off-dystin hjá kvinnum millum Føroyar og Litava til sølu. Dysturin verður mikudagin 9. apríl kl. 19.00 Við Tjarnir. Sølan verður á atgongumerki.fo.
Møguleiki verður at keypa tvey sløg av atgongumerkjum. Sitipláss eru atgongumerki, har setrini eru talmerkt, meðan standipláss eru atgongumerki, har ein kann standa í økinum kring gyrðingina handan áskoðaraplássini. Børn undir skúlaaldur slappa ókeypis inn, men mugu tá sita hjá einum vaksnum. Um tey ynskja egið setur krevur hetta atgongumerki. Møguleiki verður at keypa í mesta lagi 6 atgongumerki í hvørjum keypi.
Eitt sitipláss kostar 200 kr., meðan eitt standipláss kostar 150 kr. Eitt avgreiðslugjald kemur afturat í sambandi við keypið.