ÍF
ÍF skrivar á heimasíðu síni:
Vit hava í kvøld gjørt avtalu við Atla, ið ber við sær, at hann kemur at verða partur av ÍF-hópinum komandi tvey árini.
Atli er 24 ára gamal rituvíkingur, og hevur sostatt haft sítt fótbóltslív úti við Løkin í Runavík, tó undantikið eitt stutt tíðarskeið á Skála seinasta kappingarár. Men í 2025 og 2026 verða tað vit í Fuglafirði, ið koma at njóta góðu fótbóltsdygdirnar hjá vinstrabeinta verjuleikaranum.
Vit eru sera glað fyri, at Atli velur ÍF, og ynskja honum góða eydnu við nýggju avbjóðingini.