Landsbanki Føroya
Stórar verkætlanir hava ofta trupult við at halda tíð og kostnað. Bent Flyvbjerg, ið er ein granskingarleiðari innan verkætlanarleiðslu, vísir í síni bók ”How big things get done” á vandar í stórum verkætlanum.
Bókin “How big things get done” vísir á, at stórar verkætlanir ofta hava trupulleika við at halda tíð og kostnað. Orsøkirnar til tað eru fleiri, millum annað ov vánaligar fyrireikingar, bjartskygdir skeivleikar og strategisk misrepresentatión.
Optimistiskir skeivleikar
Bjartskygdir skeivleikar er, tá ið fólk hava lyndi til at vera ov bjartskygd um framtíðarútlit. Hetta merkir, at tey ofta meta, at verkætlanir fara at ganga skjótari og kosta minni, enn veruleikin vísir. Hetta er menniskjaligt. Men avleiðingin av hesum er, at ætlanirnar fyri verkætlanina, bæði fyri kostnað og tíð, verða órealistiskar. Ein kann eisini vera ov bjartskygdur um fyrireikingarnar; tað vil siga, at man metir seg vera væl fyrireikaðan, hóast man ikki er tað.
Ein av kendastu verkætlanunum, sum varð ávirkað av ov stórum bjartskygni, er Operahúsið í Sydney, í Avstralia. Upprunaliga kostnaðarmetingin var 7 milliónir avstralskar dollarar, men endaligi kostnaðurin var yvir 100 milliónir dollarar, og verkætlanin tók 10 ár longri enn ætlað.
Eisini Brandenburg flogvøllurin í Berlin er eitt dømi, har verkætlanarleiðslan var ov bjartskygd. Flogvøllurin skuldi upprunaliga kosta 2,8 milliardir evrur og verða liðugur í 2011. Men flogvøllurin endaði við at kosta yvir 7 milliardir evrur og opnaði ikki fyrr enn í 2020.
Fyri at minka um váðan við bjartskygni, eru ráðini frá Bent Flyvbjerg:
- At brúka tað hann kallar ”Reference Class Forecasting”. Reference Class Forecasting er ein háttur, sum nýtir upplýsingar frá líknandi verkætlanum úr fortíðini fyri at gera metingar um framtíðar verkætlanir. Í staðin fyri at hyggja inn í verkætlanina sjálva (inside view), tekur tú eitt uttanífrá sjónarmið (outside view) og samanber við líknandi verkætlanir. Við at samanbera verkætlanir av sama slag, sum tann man ætlar at gera, ber til at gera meira realistiskar metingar um kostnað og tíð.
- At verkætlanarleiðslan sjálv eigur at vera tilvitað um, sjálv at hava ein realistiskan og kritiskan hugburð til ætlanir og metingar.
- At fáa ráðgeving frá óheftum serfrøðingum at hjálpa at eyðmerkja og fyribyrgja bjartskygdum skeivleikum.