
Søkt verður eftir avloysara fyri deildarleiðara á kemisku kanningarstovuni. Deildin ger kemiskar kanningar av matvørum, vatni og umhvørvi. Kanningarstovan er væl útgjørd og hevur nýggja og nútímans útgerð til allar kanningar.
Starvslýsing
Deildarleiðarin á kemisku deild hevur høvuðsábyrgdina av:
- Fakligu og teknisku leiðsluni á deildini
- At menna og stovnseta kanningarhættir innan kemiska fakøkið
- At tryggja, at kanningarnar og arbeiðið á deildini altíð er í samsvari við akkrediteringina
- At fakliga menningin sum heild nøktar tann tørv, sum myndugleikar og viðskiftarar hava fyri kanningum og tænastum innan kemiska økið
- At menna starvsfólk fakliga
- At dagføra og framhaldandi menna góðskuskipanina sambært DS/EN ISO/IEC 17025:2017
- Samskifti við útlendskar undirveitarar av kanningum.
Starvið inniheldur eisini aðrar uppgávur í sambandi við rakstur av deildini. Deildarleiðarin er partur av leiðslubólkinum á stovninum og hevur sostatt eisini stovnsuppgávur.
Krøv til útbúgving og kunnleika
Akademiskt prógv í náttúruvísindi frá hægri lærustovni / universiteti á MSc. ella BSc. stigi, helst við denti á kemi, ella aðra tilsvarandi útbúgving.
Góður kunnleiki krevst til framkomnar KT skipanir.
Tú skalt hava góð samstarvsevni, vera nærlagdur/nærløgd og duga at arbeiða miðvíst og sjálvstøðugt.
Haraftrat skalt tú duga væl at fara við starvsfólki og viðskiftarum hjá stovninum.Tín málsligi førleiki er føroyskur / norðurlendskur, eins og málsligur førleiki í enskum er ein fyrimunur.
Leiðslu- og starvsroyndir er ein fyrimunur.
Koyrikort til persónbil er ein fyrimunur.
Tíð og setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv til setan skjótast gjørligt.
Skeiðið er til og við 15. mars 2024 – við møguleika at leingja í enn eitt ár.
Lønin verður sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya. Viðbótin fyri deildarleiðarastarvið er samsvarandi deildarleiðara 2.
Sí annars heimasíðuna hjá Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum: www.fmr.fo.
Umsóknin
Umsóknir til starvið, við avriti av prógvum og viðmælum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin hin 6. februar 2023, kl. 12.00.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Bárð Enni, stjóra, ella Vár Róin, yvirlaborant, á telefon 55 64 00.
Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Stovnurin umsitur m.a. matvøru-, djórasjúku-, djóravælferðar-, djóralækna- og alilógina og rekur kanningarstovu í hesum sambandi.
Stutt um kemisku deild
Á kemisku deildini starvast íalt 6 fólk. Kanningarstovan er ein vælvirkandi deild, har starvsfólkið dagliga strembar eftir dygdargóðum avriki og einum góðum arbeiðsumhvørvi.
Kemiska kanningarstovan er altjóða góðkend kanningarstova (sí www.danak.dk, akkr. nr.: 303).
