B68 hevur seinastu dagarnar gjørt sáttmála við tveir leikarar sum eru komnir úti frá.
Annar er málverjin Rasmus Nilsson, sum er komin frá HB og hevur gjørt ein 1-ára sáttmála. Hann leikt hann 3 dystir í Betri deildini fyri havnafelagið í fjør.
Hin er Ragnar Steinhólm. Ragnar er 20 ára gamal og hevur 102 skrásettar dystir fyri NSÍ í 1. deild, 2. deild og U21, har hann hevur skotið 24 mál.