Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.11.2024 07:34

Badminton vann 10 heiðursmerki á Malta

Badmintonsamband Føroya

Føroyska badmintonlandsliðið vann ikki minni enn 2 gull, 3 silvur og 5 bronzu heiðursmerki í  altjóða kappingini Invitational Games á Malta. 

Kappingin var í døgunum 8. til 10. november, og umframt Føroyar luttóku eisini Kýpros og Malta.

Allir føroysku leikararnir vunnu heiðursmerki í kappingini, og vann ungdómslandsliðið seg í 4 av 5 finalum, har eina finalan var rein føroysk.

Umframt kappingina hava ungu badmintonleikararnir eisini havt venjingardystir móti vaksnu leikarunum og ungdómsleikarum úr Malta.

Landsliðsvenjarin Fai Yin Wong, og vit í Badmintonsambandinum eru sera væl nøgd við úrslitið hjá føroyska ungdómslandsliðnum.

Úrslit:

Einmansleikur kvinnur

Gull: Ranja Joensen

Bronsu: Birna Jacobsen

Einmansleikur menn

Silvur: Jafet Rasmussen

Bronsu: Markus Bjarnason

Bronsu: Sjúrður E. H. Eysturoy

Tvímansleikur kvinnur

Gull: Ranja Joensen og Oddbjørg í Buð Justinussen

Silvur: Birna Jacobsen og Julianna í Heiðunum

Tvímansleikur menn

Bronsu: Markus Bjarnason og Leiki Dal-Christiansen

Blandaður tvímansleikur

Silvur: Tóki Yngvason Guttesen og Ranja Joensen

Bronsu: Sjúrður E. H. Eysturoy og Eira Petersen