Badmintonsamband Føroya
Landsliðsvenjarin í badminton, Fai Yin Wong, hevur úttikið 10 leikarar til oyggjaleikirnar á Orkney í summar.
Føroyska badmintonlandsliðið vann á seinastu oyggjaleikunum metnógv heiðursmerki, og skulu verja gullið, sum tey vunnu í liðkappingini.
Hesi eru úttikin:
Magnus Dal-Christiansen, HBF
Rúni Øster, HBF
Asbjørn Heide Olsen, HBF
Jónas Djurhuus, HBF
Christian Berg Petersen, HBF
Sanna Thorkildshøj, HBF
Mia Thorkildshøj, HBF
Miriam í Grótinum, HBF
Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF
Ranja Joensen, KBF