Hann valdi at gevast eftir steypafinaluna í fjør, tá ið hann saman við liðfelagunum í Víkingi, vann 1-0 á KÍ.
Síðani hevur hann havt eitt sabbatár, har hann ikki hevur verið at sæð nógv á vøllinum, tó so, at hann er skrásettur fyri at hava leikt tveir dystir í 2.deild fyri NSÍ í júst farna kappingarárið.
Nú eru leysasøgur byrjaðar at ganga, hann skal verða áveg at gera eitt “come-back” í bestu deildini. Tí hava vit vent okkum til hansara fyri at frætta nærri.
Bárður er ikki avvísandi, men sigur soleiðis við Eysturoyarportalin: “Nakrir fyrispurningar hava verið, men enn er einki undirskrivað”.
Hann hevur í seinastuni verið settur í samband við m.a. besta liðið hjá NSÍ. Eitt lið sum hann hevur umboða áður, og har hann leikti í fýra kappingarár, frá 2017 til 2020.
-Eg veit satt at siga ikki, hvussu verður komandi kappingarár. Nú havi eg hildið frí frá fótbóltinum eina tíð.
-Enn føli eg meg væl fyri og haldi eg meg eisini hava meira at geva á einum vølli. Men um tað blívur til nakað ella ikki, tað veit eg ikki enn. Tað eru fleiri viðurskifti sum skulu passa saman, um eg verið aftur at síggja á vøllinum í 2024, sigur Bárður at enda.
Bárður hevur, umframt NSÍ, eisini umboða Víking í 11 kappingarár, og var hann eisini eitt stutt skifti í Fremad Amagar.