Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.04.2025 21:02

Bátafestivalurin á Toftum – leygardagin 3. mai 2025

Tíðindaskriv/Bátafelagið á Toftum

Á ársins bátafestivali, ið er tann 20indi í røðini, verður nógvur gamal og nýggjur tónleikur.

Tað verður høvi at hoyra eitt nýtt navn á føroyska tónleikapallinum. Talan er um eina spennandi unga songkvinnu, ið kemur at vitja við góðum ungum tónleikarum afturat sær. Talan er nevniliga um Helenu Eiriksdóttir, ið er ætta av Toftum. Helena gleðir seg at framføra á kajøkinum á Toftum.

Góðar og kendar tónleikarøddir eru heldur ikki at forsmáa, og tær koma vit eisini at hoyra á Bátafestivalinum!

Fyrst er talan um navnframa Martin Joensen, sum kemur at framføra sín fantastiska tónleik. Vit eru sera glað fyri at Martin hevði tíð at koma til okkara Bátafestival á Toftum. Tinganest koma eisini at framføra teirra góða og fangandi tónleik. Teir eru sum altíð einastandandi at fáa á vitjan á Toftum.

Undirhúskórið má sjálvandi fáa pláss í skránni á 20inda Bátafestivalinum á Toftum. Hesin góðu menn ferðast landið runt við teirra kóri og tað er altíð ein fragd at hava teir á pallinum til Bátafestivalin.

Síðst, men als ikki minst, kemur okkara egni Jógvan Ingvard Hansen. Fólki kan gleða seg til hansara góðu rødd og tónleik.

Setið kross í kalendaran 3. mai og komið við á Bátafestivalin á Toftum!