Birkblog
– Seinnu árini eru fleiri antisemitiskar hendingar skrásettar her í landinum, sigur føroyskt gifta Astrid, tá eg fritti hana um orsøkina til danska námsfrøðiliga átakið, ið vendur sær til yngri næmingar.
– Fyrra stjórnin gjørdi í 2022 eina virkisætlan at mótvirka antisemitismu, og árið eftir varð Holocaust tikið við í okkara donsku Søgukanon, sigur Astrid.
– Vit vóna, at lutirnir í tilfarskassanum kunnu stuðla upp undir vitanina hjá næmingunum um Holocaust, ein vitan, sum vónandi eisini kann medvirka til, at teir framyvir kunnu gera sítt lítla, men avgerandi, til, at byrgja fyri nýggjum fólkadrápum, og ávirka tað antisemitiska rák, vit síggja í dag.
Astrid Danielsen, sum er lektari og námsfrøðiligur ráðgevi hjá Center for Undervisningsmidler, UCL, í Odense, er gift Jonhardi Danielsen, skipsførara úr Saltangará, og tey hava síðan síðst í áttatiárunum búð í Svendborg.
Les meira: https://birkblog.blogspot.com/2025/04/ber-til-at-siga-sguna-um-holocaust.html