Tíðindaskriv
Hátíðarløta verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fríggjakvøldið 25. apríl. Tá halda vit tann stóra 10 ára føðingardagin hjá BINDIFESTIVALINUM. Vit gleða okkum at bjóða tær inn í veitsluhølið, her tú fyrst fært nakrar spennandi brellbitar aftur við einum duraglasi. Síðan sessast vit við væl dekkað borð og fáa tríggjar úrvaldar rættir frá kokkinum Leivi Ejdesgaard. Herborg Tórkilsdóttir kemur at leiða okkum gjøgnum hátíðarløtuna, og undirhald og skemt fáa vit frá einum stand-up-komikara. Forvitnisligt tónleikainnslag og felagssangur verður eisini á skránni.
Fyrilestrar
Av teim mongu fyrilestrunum, sum verða hesaferð, kunnu vit siga, at tann fyrsti verður longu undir setanini, og at teir í høvuðsheitum fara at verða um tað handaliga, um kvinnuheilsuna og um mentan í breiðari merking. Allir 10 fyrilestrarnir verða hildnir á gøtudonskum og verða hildnir tvær ferðir. Vit hava fimm ymisk høli til fyrilestrarnar, og liggja tey øll beint við Mentanarhúsið, sum er okkara miðstøð. Eisini hava vit hølir, har man bara kann sita og hugna sær við stokkum, práta, knýta vinabond og fáa sær ein duss við lekkrari føðingardagskaku afturvið.
Gongutúrar
Eins og undanfarnu ár verður Kamino Klemman og Vestur Innandals túrar, sum taka 2 t. Teir styttru túrarnir verða ein Rundtúrur í miðbýnum, Dypping við sauna niðri á Sandi og túrurin “Gakk og bint”. Alt túrar við kønum ferðaleiðara.
Harafturat hava vit ein føðingardagstúr. Vit fara at skipa fyri TÚNARENNING leygarmorgunin. Ein ókeypis og eitt sindur øðrvísi renni-/ spákitúrur fyri øll, sum hava hug at koma við – bæði ung og gomul, børn og vaksin, kvinnur og menn. Teinurin er 790 m. Runnið verður fram við minnismerkinum Karyatidu og húsanna millum við pausum millum hvørt umfarið.
Tryggja tær atgongd
Vikuskiftisarmband, sum skal bíleggjast á heimasíðuni, tryggjar tær hvønn dag atgongd til tað góða kalda borðið á miðdegi, at hoyra allar fyrilestrarnar og at fara allar gongutúrarnar, sum eru í skránni.
Verkstovur skulu eisini bíleggjast á heimasíðuni.
Heimasíða: www.bindifestival.com
Við BINDIkvøðu
Fyrireikararnir