Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.11.2023 17:30

Blása lív í Stranda sjónleikarafelag

Mangur er hann, ið hevur sitið rúnarbundin í bygdahúsinum á Strondum, tá Stranda sjónleikarafelag hevur víst leiklistarlig kynstur.

Síðstu árini hevur virksemið verið ógvuliga skert, og seinastu 20 árini hevur felagið nærum ligið stilt. Nú er tó ætlanin at vekja felagið til lívs aftur.

Tí verður boðið til fundar í bygdahúsinum hóskvøldið 23. november kl. 20. Á fundinum verður greitt frá ætlanunum við felagnum. Eisini luttekur Noomi Reinert, sum er ein av eldsálunum aftanfyri sjónleikavirksemið í Losjuni í Gøtu.

Fundurin er almennur, og øll eru hjartaliga vælkomin. Stuttligt hevði verið við góðari uppmøting, sum eisini miðlar stuðul til undangongufólkini, sum ætla at geva felagnum nýtt flog.