Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.01.2024 11:52

Bogi er aftur í Fuglafirði

Mynd: ÍF

ÍF skrivar:

Tað er við gleði at vit á ársins síðsta degi kunnu avdúka at avtala er gjørd millum Boga og ÍF fyri kappingarárið 2024.

Eftir 2 ár á Eiði verður 30 ára gamli Bogi aftur at síggja á Fløtugerði, Bogi hevur áður leikt 187 dystir og skora 24 mál í bestu deildini.

Vit eru sera glað fyri at ein av okkara egnu hevur vent nøsina heimaftur at umboða barndómsfelagið.