Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.11.2024 10:35

Bókadagar 2024: Slepp skapandi evnunum leysum!

Norðurlandahúsið

Lær at mála við vatnlitamáling á skapandi verkstovu, sum Lena Nicolajsen fer at hava fyri vaksnum á Bókadøgum í Norðurlandahúsinum, 16. november, kl.12. Lena fer at greiða frá sínum royndum sum myndprýðari, umframt at luttakararnir sleppa at royna seg við vatnlitamáling við kønari vegleiðing frá Lenu.

Verkstovan er til bæði royndar og óroyndar teknarar. 

Ert tú grafikari, listafólk, ella teknar og málar tú í frítíðini av áhuga, ert tú vælkomin. Hetta verður ein lærurík roynd at vita, hvussu mann kann myndprýða við vatnlitamáling til eitt nú Mína jólabók.

Lena Nicolajsen (f. 1975) er úr Føroyum, hon er sniðgevi og myndprýðari búsitandi í Keypmannahavn. Hon hevur nomið sær útbúgving á Danmarkar Designskole og hevur myndprýtt hópin av barnabókum, tann nýggjasta er Í morgin fari eg aftur at spæla við babba, som Helena Kannuberg hevur skrivað. Harafturat hevur hon í fleiri ár myndprýtt nógvar av søgunum í Mínari jólabók.

Leygardagin, 16. november, kl 12.00 í Norðurlandahúsinum.

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at melda til á nlh.fo. Avmarkað pláss.

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur lagt verkstovuna til rættis í samstarvi við Norðurlandahúsið.