Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.09.2024 08:44

Bókaútgáva: Hevur føroyskt virðismetandi orðmyndan?

Tíðindaskriv

Fróðskapur hevur givið út bókina Hevur føroyskt virðismetandi orðmyndan? Ein kanning av

føroysku hjáorðaeftirfestunum -ni, -na og -sta eftir Sonju Winthereig. Hon hevur eisini gjørt

permumyndina.

Bókin sum er nr. 13 í røðini Setursrit, er 85 blaðsíður, og hon kostar 180 krónur í

bókabúðunum.

Sonja Winthereig er útbúgvin MA í føroyskum og russiskum máli og bókmentum. Talan er um

høvuðsritgerð hennara, ið varð mett at vera eitt kærkomið íkast til eitt lítið granskað øki í

norðurlendskari málgransking.

Sonja sigur soleiðis um bókina:

Í føroyskum kunnu vit siga bæði ofta og oftani, soleiðis og soleiðisna, bara og barasta. Men

nær brúka vit hvat? Og er nakar merkingarligur munur á slíkum orðapørum?

Í hesi bókini verða tílík orð umrødd og kannað. Spurt verður, um orðini við -ni, -na og -sta-

endingum eru dømi um virðismetandi orðmyndan, har talarin styrkir um sína útsøgn; eitt nú

um oftani er oftari enn ofta og hjartaligani hjartaligari enn hjartaliga.

Íblásturin til evnið fekk eg frá Hjalmari P. Petersen, professara í málvísindum. Hann gjørdi meg

varuga við, at vit í føroyskum hava nøkur eftirfesti, ið møguliga kunnu flokkast sum evaluativ.

Frammanundan kendi eg til evaluativ eftirfesti í teimum slavisku málunum og hevði arbeitt við

evninum í sambandi við mína útbúgving í russiskum, men eg hevði aldrin hoyrt um hetta

slagið av morfologi í føroyskum áður. Tí helt eg tað vera áhugavert at fara undir eina

nágreiniliga kanning av hesum fyribrigdi. Samstundis kundi ein tílík kanning vera gagnlig fyri

føroyska málgransking, við tað at hetta er eitt øki, sum ikki hevur verið granskað í áður, men

sum kann staðfesta eitt øðrvísi slag av orðmyndan í føroyskum – ein øðrvísi máta at økja um

okkara orðastovn uppá.

Fleiri hundrað fólk vóru við í kanningini, sum er gjørd á miðnámsskúlunum kring landið.

Spjaldur