Nýggi og stásiligi timburhandilin hjá Borg, niðanfyri Heimistovubøin á Glyvrum, við Fjøruvegin, byrjar nú veruliga at taka skap.
Nú er høvuðsbyggningurin komin so mikið áleiðis, at reisigildið verður hildið í morgin mikudagin 27. november.
Hetta váttar Rodmund Nielsen, stjóri, fyri Eysturoyarportalinum í dag.
Tiltakið er alment og byrjar kl. 15.00.
Øll eru vælkomin.
