Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.04.2025 21:47

Borgarafundur í Haldórsvík

Sunda kommuna

Kommunan fer hesa setuna at hava árligar borgarafundir í bygdunum, og í hesum sambandi fara vit at byrja í Haldórsvík komandi hóskvøld, 24. apríl kl. 19:30.

Fundurin verður hildin í avhaldshúsinum, og aftaná verður drekkamuður at fáa. Á fundinum verður kunnað um støðuna við vetrarfriðingini, og annars verður orðið lagt til einstaka borgaran at koma við hugsanum, ynskjum og áheitanum. Vónin er, at hesir fundirnir styrkja sambandið millum borgaran og kommununa, so avgerðir og komandi raðfestingar verða gjørdar í tráð við ynskini hjá borgarunum í ymisku bygdunum.

Møtið fjølment!