Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.11.2024 17:45

Borgarstjórarnir hava í dag undirskriva ískoyti til sáttmálan um skúlasamstarv

Mynd: Fuglafjarðar Kommuna

Nú er tað so alment og undirskriva, tað sum Eysturoyarportalurin skrivaði fyri viku síðani. Hetta boðar Fuglafjarðar Kommuna frá í dag á heimasíðu síni. Hon skrivar soleriðis:

Borgarstjórarnir í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu hava í dag undirskriva ískoyti til “Framvit” sáttmálan um skúlasamstarv frá 8. til 10. Flokk.

Ískoytið hevur tvær høvuðsbroytingar tann eina, at  loft uppá 12 mió. kr. er sett á partin Eysturkommuna rindar í 64-skúlan og hin, at longdin á sáttmálanum er stytt frá 1. januar 2039 til 1. august 2035.

Ískoytið verður nú sent landsstýrismanninum í Barna- og Útbúgvingarmálaráðnum til góðkenningar.